Roðin søkir eftir hjálparfólki
Vilt tú verða ein partur í at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran í Runavíkar-, Nes-, og Sjóvar kommunu?

Søkt verður eftir hjálparfólki at arbeiða í dagvaktum, kvøldvaktum og í vikuskiftum.
Søk her!
Rokna løn

Vit bjóða tær

  • Góða upplæring har uppgávurnar verða tillagaðar
  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum

Førleikakrøv

  • Áhuga at veita eldri borgarum hjálp og røkt
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða í tvørfakligum toymi í menning
  • Jaligan hugburð
  • KT-førleika á brúkarastøði
Lønarútroknari
Niðanfyri kanst tú rokna út hvørja løn tú hevði fingið, sum hjálparfólk í Roðanum. Útrokningin vísir grundlønina uttan 12% frítíðarløn og 15% í eftirløn.
Dagvakt
Yrkadagar
20 tímar
Leygardag
0 tímar
Sunnudag
0 tímar
Kvøldvakt
Yrkadagar
20 tímar
Leygardag
0 tímar
Sunnudag
0 tímar
Tímar um vikuna
40 tímar
Tín vikuløn
*
Umframt frítíðarløn (12%)
Umframt eftirløn (15%)
*Lønarútrokningin er bert vegleiðandi. Størvini verða sett sambært sáttmála við
Heilsuhjálparafelagið og KAF / Fíggjarmálaráðið.
Ofta settir spurningar
Skal eg arbeiða í einum toymi?
Ja, tú ert ongantíð einsamøll/einsamallur á vakt.
Hvønn kann eg spyrja?
Starvsfelagar og deildarleiðsla eru altíð fús at svara spurningum og læra frá sær. Eisini ert tú vælkomin at venda tær til Beintu :)
Hvat er Roðin?
Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum.

Mál okkara er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.

Tænasturnar eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum sæst her. Roðin veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, veita røkt og umsorgan.
Arbeiða ung fólk har?
Ja, starvsfólkini eru í øllum aldri og eisini eru nógv ung.
Hvussu gamal skal man vera?
Fyri at starvast í røktini skal ein vera 18 ár ella eldri. Ert tú yngri, vilja vit eisini fegin tosa við teg um møguligar tillagaðar uppgávur.
Kann praktikktíðin styttast?
Um tú hevur eitt ára arbeiðsroynd fulla tíð ella tvey ár á hálva tíð innan røkt innanfyri seinastu fimm árini, kann ein praktikk verða lopin um og sostatt verður lærutíðin stytt við uml. trimum mánaðum. Her er talan um heilsuhjálparaútbúgvingina.
?
Spurningar?

Hey, eg eiti Beinta.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg við at senda ein teldupost á beintad@rodin.fo, ella við at ringja á 47 82 20.